Har tú vilt, tá tú vilt

Search
Close this search box.

Hjartamál

Trivnaður og lívsgóðska

Verða er ein fyritøka, grundað á føroyska íverksetan, ið strembar eftir at økja um lívsgóðskuog trivnað hjá eldri- og rørslutarnaðum borgarum, við at minka um einsemið og frástøðuna til umheimin.

Vit vilja geva eldri og rørslutarnaðum borgarum møguleikan at enduruppliva ungdómsárini við tykisheimsupptøkum frá millum annað fjallatúrum, bygdagøtum, fiskitúrum og mongum øðrum.

Altjóða gransking vísir, at ein tann størsti trupulleikin á ellis- og røktarheimum er einsemi. Vit vilja vera við at basa hesum trupulleika.

tykisheimurin

Beint við hondina

Vit arbeiða støðugt við at økja um úrvalið av upptøkum, ið vit kunnu bjóða borgarum. Hartil leggja vit stóran dent á, at upptøkurnar og útgerðin er so brúkaravinarlig sum til ber.

Kanningar vísa, at við at stimbra og økja um innihaldið í gerandisdegnum hjá borgarum, kann tað hava eina jaliga ávirkan á alt samfelagið. Hetta vilja vit fegin vera við til!

Ert tú í iva um tú ella ein av tínum kæru kunnu nýta tykisheimsútgerðina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

ABC FYRI SÁLARHEILSU

Ver virkin

Ver virkin við at nýta tykisheimsbrillurnar til at uppliva ella enduruppliva náttúruna í Føroyum og kring heimin.

1961_R1NUIENBTSAzOTUtMjY
ver saman

Ver saman við ørðum í tykisheiminum, práti um tað tit síggja og hugleiði um støðini og náttúruna.

insight
ver hugbundin

Hugsavna teg og nem tær nýggjar upplivingar innan mentan, náttúru ella okkurt heilt annað, her heima og kring heimin.

Tykisheimurin og demens

Tykisheimsútgerð hevur víst seg at hava eina sera jaliga ávirkan á borgarar við demens. Útgerðin gevur teimum møguliga at enduruppliva gamlar gøtur, gongutúrar og enntá fara út í verðina, meðan tey enn eru i tryggum umstøðum.

Tykisheimstøknin er enn lutfallsliga nýggj, men longu nú síggja jalig hjáárin av útgerðini. Har í millum at tann, ið hevur demens, byrjar at tosa meir, greiðir frá og regerar uppá tað ið tey síggja.

ori-homido-prime-vr-headset-2332

Ómakaleyst

Tað einasta ið borgarin skal gera, er at seta høvuðsett á høvdið. Tykisheimsupptøkurnar verða stýrdar frá einum teldli, ið starvsfólki stýrir. Hetta merkir, at upplivingin hjá borgarnum og starvsfólkini er ómakaleys.

Which-Color-iPad-Air-2019-Should-You-Buy-3 (1)

Lætt at nýta

Teldilin er lættur at nýta og lovar starvsfólkunum, at síggja júst hvat borgarin sær. Starvsfólkið far góða upplæring og vegleiðing í at nýta útgerðina frá Verða. 

GoPro-HERO-9-Review

Vit veita alt

Tilber at bæði leiga alla neyðug útgerð frá okkum, so tað er ikki neyðugt hjá starvsfólki ella borgarum, at leita eftir útgerðini, tí vit veita alt.

- Send okkum eini boð